Fakfelag: Vit hava sáttmála við lemmatrolarar

Fakfelag: Vit hava sáttmála við lemmatrolarar
Reiðarin á Ednu sigur, at eingin sáttmáli er, men Skipara- og navigatørfelagið heldur uppá, at felagið hevur gjørt sáttmála við felagið hjá lemmatrolarunum
Eyðstein Djurhuus er formaður í Skipara- og navigatørfelagnum
 
11.09.2013 - 14:02

- Tað er okkara greiða fatan, at vit hava gjørt sáttmála við felagið hjá lemmatrolarunum, og tí verður trolarin Edna liggjandi, til eigarin heldur sáttmálan.

Tað sigur Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

Manningarfeløgini gjørdu í farnu viku av at leggja Ednu, tí eigararnir ikki hildu sáttmálan.

Eingin sáttmáli

Reiðarin, Súni Jacobsen, segði, at eingin sáttmáli var galdandi, og tí hevði hann lønt manningini við fastari hýru um dagin. Eyðstein Djurhuus sigur, at feløgini í vetur gjørdu nýggjan sáttmála fyri lemmatrolararnar, eftir at tann gamli fór úr gildi á nýggjárinum.

Nakrar broytingar vórðu gjørdar, áðrenn feløgini og tríggir reiðarar skrivaðu undir nýggja sáttmálan tann 13. februar.

Reiðararnir, sum skrivaðu undir, vóru: Marner Lisberg á Tvøroyri, Jákup Pauli Hammer úr Hvalba og Tummas Henriksen úr Sørvági. Teir umboða meginpartin av lemmatrolarunum.

Skrivaðu ikki undir

Eigararnir á tveimum trolarum skrivaðu ikki undir. Tað var Súni Jacobsen, sum eigur Ednu, og Hans Andrias Joensen, sum eigur Phoenix.

Phoenix eigur bert heilt fáar dagar undir Føroyum, sigur formaðurin í Skipara- og navigatørfelagnum. Hans Andrias Joensen er formaður í felagnum fyri lemmatrolarar, og hóast hann var við á onkrum samráðingarfundi, so skrivaði hann ikki undir.

Eyðstein Djurhuus sigur, at tá so stórur partur av teimum, sum eiga lemmatrolarar, skriva undir, so var tað greiða fatanin hjá feløgunum, at teir umboðaðu allar trolararnar. Og í tí spurninginum hava manningarfeløgini ikki broytt støðu, sigur hann.

Súni Jacobsen segði fríggjadagin, at hann í hesi vikuni fór til Hollands at samráðast við eitt felag, sum ætlar at leiga Ednu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772