Nú verða sáttmálasamráðingar hjá almennum starvsfólkum

Nú verða sáttmálasamráðingar hjá almennum starvsfólkum
Pedagogfelagið, Lærarafelagið og Felagi ð hjá sjúkrarøktarfrøðingunum eru millum feløgini, sum samráðast nú
Fíggjarmálaráðið og Kommunula arbeiðsgevarafelagið fara at samráðast við fleiri fakfeløg í heyst
 
04.09.2013 - 07:55

Samráðingar um lønirnar hjá túsundtals fólkum, sum arbeiða hjá tí almenna, verða nú í september, tí sáttmálarnir fara úr gildi 1.oktober.

Pedagogfelagið, Lærarafelagið og Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar eru millum størstu fakfeløg, sum hava limir á almenna arbeiðsmarknaðinum, og tey skulu samráðast um nýggjar sáttmálar nú.

Størsta felagið, Starvsmannafelagið, hevur sáttmálar heilt fram til 1.oktober í 2015.

Fáa neyvan meiri

Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið fara neyvan at geva hinum feløgunum meira hetta til 1.oktober í 2015 enn hini feløgini, sum hava sáttmála til 2015, hava fingið.

Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur sáttmála ella avtalu við nøkur og tretivu fakfeløg. Nøkur feløg, sum høvdu sáttmála til 1.oktober í 2011, hava, nú næstan tvey ár eru liðin, ikki fingið nýggjar sáttmálar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791