Løgmaður í samráð um loftrúm og ES-boykott

Løgmaður í samráð um loftrúm og ES-boykott
Uttanlandsnevndin hevur sent Kaj Leo Holm Johannesen tveir spurningar
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, er biðin um at koma í samráð í Uttanlandsnevndini
 
02.09.2013 - 08:55

Uttanlandsnevndin vil hava løgmann í samráð um loftrúmið og ES-boykottið. Nevndin hevur sent Kaj Leo Holm Johannesen tveir spurningar.

Løgmaður er biðin um at greiða nevndini frá, hvussu gongst við at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum, nú ES hevur boðað frá, at eitt felags ES-loftrúm skal skipast.

Og løgmaður er biðin um at greiða nevndini frá, hvørjar ætlanir og fyrireikingar landsstýrið hevur gjørt fyri at byrgja upp fyri avleiðingunum, nú ES hevur sett Føroyum handilsforðingar. Ikki er avgjørt, nær samráðið verður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Jól við Løkin 2024 (2:2)
185563
Hósdag 26. desember
Mítt lívsverk - Eitt portrett av Pál Weihe
185553
Hósdag 26. desember
Andakt við Klæminti Eliasen
185564