- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrsta avlopið hjá Betri Pensjón
Fyrsta avlopið hjá Betri Pensjón
TF Holding-samtakið væntar, at avlopið í ár verður millum 90 og 130 mió. kr. eftir skatt
30.08.2013 - 12:54
Fyri fyrstu ferð hevur Betri Pensjón, pensjóns- og lívstryggingarfelagið hjá Tryggingarfelagnum Føroyum, havt yvirskot. Vinningurin fyrra hálvárið í ár er 1,8 mió. kr. eftir skatt.
Betri Pensjón varð stovnað í februar í 2007, og hevur havt hall øll árini til nú. Betri Pensjón er í TF Holding samtakinum, sum kunngjørdi hálvársroknskapin í dag.
88 mió. kr. í avlopi
Avlopið í samtakinum er 88 milliónir eftir skatt, tað var 95 milliónir í fjør. Umframt Betri Pensjón eru millum annað Tryggingarfelagið Føroyar og 70 prosent av Eik Banka í TF Holding. TF Holding væntar, at úrslitið fyri alt 2013 hjá samtakinum verður millum 90 og 130 mió. kr. eftir skatt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV