- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vístu skeivt kort í DR
Vístu skeivt kort í DR
Í kjaksendingini hjá DR2 í gjár, har Jacob Vestergaard var ein av gestunum, varð eitt kort lagt fyri føroyska fiskimálaráðharran, sum vísir seg at vera skeivt kort. Her hava vit rætta kortið
Mynd: Fiskeribladetfiskaren.no og DR2
05.08.2013 - 13:52
Kortið í sendingini hjá DR2 skuldi vísa, hvar sildastovnurin svimur. Jacob Vestergaard segði seg ongantíð hava sæð kortið áður, og tað var ikki so løgið, tí kortið var skeivt.
Portal.fo hevur í dag tosað við Esben Sverdrup-Jensen, stjóra í danska framleiðslufelagnum fyri uppsjóvarfisk. Tað var hann, sum gjørdi viðmerkingar til kortið. Hann sigur m.a. við Portal.fo, at hann skilir væl, at føroyingar undrast á hansara útsagnir, tí viðmerkingarnar vóru gjørdar til eitt heilt annað kort.
Á myndini sæst rætta kortið. Sildastovnurin er merktur við bláum, og har sæst, hvussu stórur partur av sildastovninum svimur í føroyskum sjógvi í mun til sildina í ES-sjógvi.
Nýggjastu sendingar í ÚV