- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skotar fegnast um handilsforðingar móti Føroyum
- Vit heilsa tiltøkunum hjá ES vælkomnum og vóna, at tey fara at senda føroyingum tey greiðu boð, at teirra gerðir als ikki kunnu góðtakast her í 21 øld, og tær fara ikki at verða toldar millum lond, sum taka undir við burðardyggari veiðu, sigur Ian Gatt við blaðið "The Scotsman".
- Boðini til Føroyar eru, at teirra ábyrgdarloysi at hækka kvotuna tríggar ferðir tað, teir fiskaðu framman undan, undir ongum umstøðum fer at verða góðtikið millum tjóðir, sum taka stovnsrøkt í álvara, sigur Ian Gatt við blaðið.
Og Ian Gatt avdúkar, at skotar longu miða eftir, at tiltøkini verða herd.
- Vit hava lagt til merkis, at fiskamjøl, lýsi og laksur eru uttan fyri verandi tiltøk, men hesar vørur kunnu koma uppí seinni, um føroyingar ikki broyta støðu, sigur Ian Gatt.
Hann heitir á føoyingar um at koma til samráðingarborðið, tí tað er har, vit kunnu arbeiða til frama fyri bæði fiskimenn og fiskastovnar, sigur hann.