- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES hevur samtykt handilstiltøk móti føroyingum
Avgerðin varð tikin á fundi í fiskivinnu- og alinevndini hjá ES fyrrapartin í dag. Sambært danska matvørumálaráðnum merkir avgerðin, at ES noktar føroyskum fiskimonnum atgongd til havnir í ES. Avgerðin ber eisini í sær, at forboð verður sett móti silda útflutningi úr Føroyum til ES.
Fyribils verður onki bann sett fyri at útflyta útgerð, bátar og skip úr ES til Føroya.
Verður ikki sett í verk beinanvegin
Tekniska umhugsunartíðin merkir, at handilsforðingarnar verða ikki settar í verk beinanvegin.
- Hetta var ikki tað, vit vónaðu. Eg haldi hetta vera keðiligt, tí eg vónaði at ein samráðingarloysn varð funnin, sigur matvørumálaráðharrin, Mette Gjerskov, við Ritzau.
- Hinvegin fati eg tað, at ES er sinna at hyggja eitt sindur eftir hesum eina ferð aftrat, sum tekin um, at tað, vit hava ført fram í málinum í seinastuni, hevur givið úrslit, sigur hon.
Vit hava meira um handilsforðingarnar hjá ES í Útvarpinum seinni í dag. Tá fáa vit eisini viðmerkingar frá umboðum fyri føroyskar myndugleikar.
Kelda: Ritzau, DR