John Kerry: Friðarsamráðingar í Miðeystri

John Kerry: Friðarsamráðingar í Miðeystri
Amerikanski uttanríkisráðharrin John Kerry hevur biðið ísraelska forsætis-ráðharran og palestinska forssetan at senda samráðingarfólk til Washington
John Kerry, uttanríkisráðharri, saman við komandi oddamanni í friðartingingunum millum Ísrael og palestinar, Martin Indyk, fyrrverandi amerikanskur sendiharri í Ísrael.
 
30.07.2013 - 16:19

Endamálið er at fáa gongd á aftur friðar-samráðingarnar í Miðeystri.

Fleiri ferðir í Miðeystri
John Kerry hevur seinastu mánaðirnar verið fleiri ferðir í Miðeystri fyri at fáa ísraelsku og palestinsku stjórnirnar aftur til samráðingar-borðið og nú hevur hann so sent boð eftir teimum stjórnar-umboðum, sum standa á oda fyri samráðingunum.

Tað eru trý ár síðani beinleiðis samráðingar seinast vóru partanna millum. Báðir partar koma við høgtstandandi umboðum, sum skulu royna at gera arbeiðsætlan fyri, hvussu samráðast skal, verður sagt.

Seks-dagakríggið
Palestinar halda fast um, at ongar formligar samráðingar kunnu byrja fyrr enn greitt er, um tær taka støði í at mørkini eru tey, sum vóru, áðrenn seks-dagakríggið í 1967, tá ísraelski herurin tók vestara áarbakka og jordanska partin av Jerusalem, ið palestinar ætla skal vera teirra høvuðsstaður.

Ísraelsku megin eru fleiri flokkar í stjórnini ímóti samráðingum, sum kunnu hava við sær, at Ísrael má geva frá sær land, ikki minst tað, sum hevur átrúnaðarligan og søguligan týdning.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749