Túsund fjórðingar eftir hjá Livari Nysted

Túsund fjórðingar eftir hjá Livari Nysted
Livar Nysted úr Hvannasundi og hinir umborð á bátinum Trio hava seinasta samdøgrið róð 83,7 fjórðingar, ella 155 kilometrar
Livar Nysted við árarnar
Mynd: trip.fo  
 
23.07.2013 - 14:30

Tað er heimasíðan, trip.fo, sum hevur seinastu tíðindini frá Livari Nysted og hinum umborð á Trio. 

 

Rógva tvørtur um Indiska havið

Manningin umborð á Trio roynir rógva allan teinin tvørtur um Indiska havið, úr Avstralia til oynna Mauritius. Tað er ein teinur upp á í alt 6500 km, og sambært trip.fo koma teir niður um 1.000 fjórðingar í dag, um ferðin hjá teimum heldur. Ein leyslig meting vísir, at Livar og hinir hava einar 15-20 dagar eftir at rógva í, um líkindini verða hampilig. 

 

Til ber at fylgja ferðini hjá Livari og teimum á heimasíðuni www.trip.fo

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551