Politikarar viðgera nú Sandoyartunnilin

Politikarar viðgera nú Sandoyartunnilin
P/f Sandoyartunnilin stendur í fundarboðunum, sum fólkini í politiska tunnilsbólkinum, ið skal gera uppskot um Suðurleiðin, hava fingið. Fundurin verður mánadagin
P/f Sandoyartunnilin stendur í fundarboðunum, sum fólkini í politiska tunnilsbólkinum, sum skal gera uppskot um Suðurleiðin, hava fingið. Fundurin verður mánadagin:
Mynd: Savnsmynd  
 
12.07.2013 - 16:45

Nú partafelagið Eysturoyartunnilin nærkast løgtinginum, er eitt annað tunnilsfelag komið undan kavi.

Góð fýra ár eftir, at lógin kom í gildi, og tvær vikur, áðrenn lógin um Eysturoyartunnilin fer í løgtingið, er tunnilsbólkurin, sum er settur at viðgera Suðurleiðina, kallaður á fund mánadagin at viðgera partafelagið Sandoyartunnilin. Løgtingið samtykti á vári í 2009, at landsstýrismaðurin í innlendismálum kann stovna partafelag at gera og reka tunnil millum Streymoynna og Sandoynna. Landið skal einsamalt eiga partafelagið.

Annika Olsen, sum tá var landsstýriskvinna í innlendismálum, átti lógarupskotið. Samstundis sum lógin um P/f Sandoyartunnilin kom í gildi fór lógin frá 2007 um farleið millum Streymoy, Sandoy og Suðuroy, fyrsta byggistig, úr gildi. Hóast lógin um P/f Sandoyartunnilin kom í gildi síðst í mai í 2009, er einki partafelag komið enn.

Allir flokkar umboðaðir

Umboð fyri allar flokkar Samgonguskjalið hjá sitandi samgongu sigur, at í seinasta lagi 1. apríl í fjør skuldi ein politiskur fylgibólkur koma við tilmæli um Sandoyartunnilin. Men tann bólkurin, ella ein bólkur at viðgera alla Suðurleiðina, ikki bara Sandoynna, varð ikki settur fyrr enn í vár, tá løgmaður bað um at fáa bólkin settan. Bólkurin er ikki liðugur enn.

ç Fimm milliónir eru settar av til Sandoyartunnilin í 2015 í langtíðarløguætlanini hjá landsstýrinum. Tað hevur ikki eydnast útvarpinum at fáa orð á Kára P. Højgaard, landsstýrismann, í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. mars
Vikuskiftið 28 mars 2025
189968
Fríggjadag 28. mars
Breddin: Ungir íverksetaraspírar
189938
Fríggjadag 28. mars
Morgunlestur fríggjadagur 28.mars 2025
189735
Hósdag 27. mars
RagnarRokk 27.mars 2025
188611
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948
Fríggjadag 28. mars
Veðrið
189965
Fríggjadag 28. mars
Brotið - teknmálstulkað
189963
Fríggjadag 28. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189947
Hósdag 27. mars
Heðin Brú 2:2
189898