Varðhaldsfongslaður í fýra vikur

Varðhaldsfongslaður í fýra vikur
Føroya Rættur hevur varðhaldsfongslað ein 32 ára gamlan mann í fýra vikur fyri harðskap av serliga grovum slag
Ein 32 ára gamal maður varð í gjár varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri harðskap.
 
09.07.2013 - 07:15
Hending fór fram uttan fyri Mimir í Havn í gjárkvøldiðMaðurin kom til hendurs við ein 37 ára gamlan mann, og slóg hann í andlitið við einum ølglasi. 
 
Í grundlógaravhoyri segði 32 ára gamli maðurin, at hann als einki minnist um, hvat hendi í gjárkvøldið. 
 
Ákæruvaldið kravdi mannin í varðhald í 4 vikur, tí vandi er fyri, at maðurin ger líknandi lógarbrot aftur. Víst varð til, at maðurin fyrr er dømdur fyri harðskap, og at hann hevur eitt mál, sum enn ikki hevur verið fyri í rættinum um harðskap - tað var eina hending í februar í ár, tá varðhaldsfongslaði breyt beinið á einum øðrum manni í fleiri støðum. 
 
Verjin hjá 32 ára gamla manninum vísti á, at eingi vitni eru, sum sóu, hvør slóg hvønn við glasinum. Og báðir menninir hava skursl og sár í andlitinum. Verjin mælti tí frá at varðhaldsfonglsa mannin. 
 
Men maðurin varð varðhaldsfongslaður við teirri grundgeving, at vandi er fyri, at hann fremur slík lógarbrot aftur. 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk: Oliver Philipps um Shells
189855
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447