- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umboðsmaðurin fekk 50 kærur í fjør

Løgtingsins umboðsmaður fekk hálvthundrað klagur í fjør. 46 vórðu avgreiddar og harafturat vórðu 16 eldri klagur avgreiddar í fjør.

Men 41 av teimum hálvthundrað klagunum, sum komu í fjør, vórðu avvístar.

Tær flestu eru avvístar, tí Løgtingsins umboðsmaður helt ikki, at grundarlag var fyri víðari kanningum. Nakrar klagur komu ov seint, í nøkrum førum var kærumøguleiki ikki royndurn og nakrar klagur vóru uttan fyri heimildarøkið hjá umboðsmanninum.

Eftirlitskanningar fyltu mest

Eftirlitskanningar í sambýlum hjá menningartarnaðum og sinnisveikum fólkum eyðkendi arbeiðið hjá stovninum í fjør. Endaliga arbeiðið við hesum kanningum var ikki liðugt í 2012. Hesar kanningar hava víst, at stórur tørvur er á at gera slíkar kanningar, stendur í ársfrágreiðingini hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2012.

Ætlanin er í framtíðini at umskipa arbeiðsorkuna hjá umboðsmanninum soleiðis, at meira orka verður løgd í eftirlitsvitjanir á stovnum og sambýlum hjá Almannaverkinum.

Flestu niðurstøðurnar, sum Løgtingsins umboðsmaður gjørdi í fjør vóru um innlitsmál, 13, starvsfólkamál, 11 og almannamál, eisini 11.