- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkaflokkurin tapir í høvuðsstaðnum

Javnaðarflokkurin stendur til at fáa seks av teimum 13 umboðunum í Tórshavnar býráð til valið í morgin. Hetta vísa nýggjastu Galluptølini í eini veljarakanning, sum Sosialurin kunngerð í dag.

Javnaðarflokkurin stendur til at fáa 38 prosent av øllum atkvøðunum, og vinnur sostatt eitt umboð í mun til í dag.

Tjóðveldið er næststørst í kanningini við 27 prosentum, og varðveitir síni 4 umboð. Fólkaflokkurin gongur 6 prosentstig aftur og missir eitt umboð og fær 2 í býráðið, og Sambandsflokkurin við 10 prosentum varðveitir sítt eina umboð.

Torir ikki at seta nøvn á Fólkafloksumboðini

Gallup setir eisini nøvn á sjey av teimum, ið verða vald til býráðið. Onki av umboðunum hjá Fólkaflokkinum eru tó millum hesi sjey.

Hjá Javnaðarflokkinum verður borgarstjórin, Heðin Mortensen, stóri vinnarin, meðan kvinnurnar Halla Samuelsen, Elin Lindenskov og Bjørghild Djurhuus standa til at fáa eitt gott val. Hjá Tjóðveldinum kunnu Jógvan Arge og Marin Katrina Frýdal kenna seg nøkulunda trygg, og hjá Sambandsflokkinum tykist ikki vera ivi um, at núverandi býráðslimurin, Annfinn Brekkstein, verður afturvaldur.

Gallup torir ikki at seta nøvn á hvørji valevni í Fólkaflokkinum hava møguleika at verða vald í býráðið.