- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES og Noreg togast um svartkjaftakvotu

Í morgun byrjaðu samráðingar um makrelin í London. Tríggir dagar eru settir av til samráðingarnar.

Føroyar krevja størri part av samlaðu makrelkvotuni, men enn eru samráðingarnar ikki komnar so langt, at føroyska kravið er umrøtt. Føroyar vilja hava eini 15 prosent av samlaðu makrelkvotuni. Í farnu viku endaðu samráðingarnar um sild og um svartkjaftin úrslitaleysar.

Vilja hava størri part

Tá talan er um norðhavssildina, er tað býtið av sildini, sum skilir partarnar. Har er greitt, at Føroyar vilja hava størri part av samlaðu kvotuni. Føroyar hava undir samráðingunum um norðhavssild gjørt hinum londunum greitt, at Føroyar vilja hava samráðingar um eitt nýtt býti av stovninum.

Galdandi býtið samsvarar ikki við ta sild, sum er at síggja í okkara sjógvi, og tí taka Føroyar ikki undir við eini avtalu á sama stigi sum undanfarin ár. Føroyska sjónarmiðið varð longu borðið fram undir samráðingunum um norðhavssild í fjør.

Avtala er gjørd um, at partarnir fara undir framhaldandi samráðingar um norðhavssildina seinni í heyst.

Sleppa ikki at fiska svartkjaft

Tá talan er um svartkjaft, er ósemja um atgongd at fiska svartkjaftin.Føroyar hava boðað Noregi frá, at norsk skip sleppa ikki í føroyskan sjógv at fiska svartkjaft. Tað verður gjørt, tí Noreg hevur stongt sítt øki fyri føroyskum skipum, ið fiska makrel.

Føroyar eru kortini ikki partur ósemjuni um, hvussu svartkjafturin kann fiskast, og sum útvarpið skilir støðuna í London, so eru tað ES og Noreg sum eru ósamd um svartkjaftin.