- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fakfeløg ímóti at broyta heilsutrygdargjaldið

Ætlanin hjá landsstýrinum at broyta heilsutrygdargjaldið fær ikki undirtøku, hvørki millum skiparar og navigatørar ella lærarar.

Skipara- og Navigatørfelagið og Lærarafelagið eru millum feløgini, ið hava fingið lógaruppskotið til hoyringar, og sum higartil hava gjørt sínar viðmerkingar til uppskotið.

Eykaskattur

Skipara- og Navigatørfelagið heldur tað vera skeivt, at ein eyka inntøkuskattur verður settur í verk á henda hátt.

- Inntøkuskattir eiga bert at verða álagdir í skattalóggávuni. Av tí at Heilsutrygd er ein kravd skipan, er tað heilt órímiligt at krevja ymiskt gjald frá borgarunum, tá allir fáa somu tænastu, sigur felagið.

Skipara- og Navigatørfelagið sigur í hoyringarsvarinum, at hevur Heilsutrygd tørv á peningi, má mánaðargjaldið hækka, ella eiga endurgjøldini fyri heilivág og læknaviðtalu lækka. Ella kann eitt egingjald leggjast á læknaviðtalur.

- Heilsutrygd er ikki eitt arbeiðsmarknaðargjald, og tí mæla vit frá at áseta gjaldið í mun til inntøkuna, sigur Skipara- og Navigatørfelagið.

Hækkar 25 prosent

Leisturin hjá landsstýrinum fellur eisini lærarum fyri bróstið. Lærarafelagið vísir á, at fyri ein lærara á endaløn fer gjaldið at hækka umleið 25 prosent.

- Okkara limir eru ikki í hálønarbólkinum, og fleiri teirra hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman frammanudan. Uppskotið hevur tí ta avleiðing, at limirnir fáa eina reallønarniðurgongd og eitt framtíðar gjald, sum er at meta sum inntøkuskattur, sigur Lærarafelagið.