Teistin seinkaður eina viku

Teistin seinkaður eina viku
Eitt skammlop í el-motorinum til bógskrúvuna ger, at skipið fer ikki í sigling mánadagin sum ætlað. Annars er alt hitt arbeiðið liðugt
Teistin hevur verið til umvælingar á skipasmiðjuni Mest. Eitt brek í el-motorinum til bógskrúvuna ger, at arbeiðið verður seinkað umleið eina viku.

18.10.2012 - 17:15

Teistin
fer ikki í sigling aftur í næstu viku sum ætlað, men umvælingin verður seinkað
umleið eina viku.

Tað
upplýsir, Mouritz Mohr, stjóri á Mest.

Arbeiðið
at skifta alla el-skipanina og stýringina á Teistanum er liðugt, men tá
tey royndu bógskrúvuna, var eitt skammlop í el-motorinum til skrúvuna,  og tað hevur við sær, at Teistin verður
seinkaður nakrar dagar.

Alt er skift

Øll
tann gamla el-skipanin er skift, og nú eru fimm nýggjar generator-eindir settar
í maskinrúmið. Haraftrat er ein nýggj, sjálvvirkandi skipan, sum stýrir
motororkuni. Frammanundan hevði Teistin tríggjar generator-eindir, men nú tær
eru fimm, er altíð onkur til at taka. Tí skuldi ikki verið neyðugt at tikið
Teistin úr sigling, um brek verður í onkrari eind.

Løgtingið játtaði 17,5 milliónir kr. til arbeiðið at uppstiga og klassa
Teistan, og kostnaðurin heldur, sigur Mouritz Mohr.

Umvælingin av Teistanum byrjaði 13. august, og ætlanin var, at hann skuldi fara aftur í sigling mánadagin. Men tað verður seinkað umleið eina viku. Ternan røkir siglingina fyri Teistan um Skopunarfjørð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878