- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dregur út við røktarheiminum

Nú líður so væl við nýggja røktarheiminum í Vestmanna, at tað ætlandi letur upp tann 1. november.

Tað sigur borgarstjórin í Vestmanna, Karl Olsen, við Vágaportalin.

Upprunaliga var ætlanin, at røktarheimið skuldi lata upp tann 1. mai í ár, men tað helt ikki.

- Seinkingin ger, at Kanjon Byggifelag ikki hevur fingið fult gjald fyri byggingina, og fyribils hava vit hildið aftur 1,2 milliónir krónur, sigur Karl Olsen við Vágaportalin.

Tey 18 starvsfólkini vórðu sett longu tann 1. september. Leiðari fyri nýggja røktarheimið í Vestmanna er Mia Pedersen.