- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bíða eftir nýggjastu inntøkumetingunum

Fíggjarnevndin hevur býtt viðgerðina av fíggjarlógaruppskotinum ímillum sín.

Bárður Nielsen, formaður, skal viðgera løgtingið, løgmansfyrisitingina og inntøkurnar, Kristina Háfoss, næstforkvinna, skal viðgera fíggjarmál og mentamál, Jákup Mikkelsen skal viðgera fiskivinnumál, Bill Justinussen vinnumál, Aksel V. Johannesen heilsumál, Eyðgunn Samuelsen almannamál og Rodmundur Nielsen innlendismál.

Fyrireika spurningar

Tey, sum viðgera ymsu málini, skulu fyrireika spurningar til landsstýrisfólkini, men hini í fíggjarnevndini kunnu eisini seta spurningar, sigur Bárður Nielsen, formaður.

Nær fíggjarlógin verður liðug, dugir hann ikki at siga, tí fíggjarnevndin hevur fingið at vita frá landsstýrinum, at nýggjastu inntøkumetingarnar, tá november máður er íroknaður, verða klárar fyrst í desember. Og fyrr enn tað verður álit ikki skrivað, sigur Bárður Nielsen, nevndarformaður.