- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søkja eftir stjóra til Rúsuna

Søkt verður nú eftir stjóra til Rúsdrekkasølu Landsins.

Vinnumálaráðið sigur í starvslýsingini, at høvuðsuppgávurnar hjá stjóranum eru at fyrisita einkarrættin at innflyta og selja rúsdrekka og tryggja kundunum nøktandi úrval og góðsku. Tann, sum verður settur, skal hava hóskandi hægri útbúgving, leiðsluroyndir innan almenna fyrisiting ella privata vinnulívið og viðkomandi royndir.

Ikki tænastumannastarv

Starvið verður lønt ájavnt 37. lønarflokk hjá Tænastumonnum Landsins, men starvið er kortini ikki tænastumannastarv. Umsóknarfreistin er 5. november. Rúsdrekkasølan hevur seks deildir kring landið. Høvuðsskrivstovan er í Havn, og tilsamans eru 34 fulltíaðrstørv á stovninum.

Allan Skaalum var fyribils stjóri á Rúsdrekkasøluni, til hann herfyri fór í starv sum marknaðarleiðari í Atlantic Airways. Rógvi Andrias Fossádal, fíggjarleiðari, er í løtuni virkandi stjóri á Rúsdrekkasøluni.