- Tíðindi, mentan og ítróttur
Venjingarskúlin vísir øllum aftur

Skúlaleiðslan á Venjingarskúlanum í Havn vísir avgjørd aftur, at nakað skeivt er farið fram, tá hon noktaði trimum dreingjum í 9. flokki at sleppa við á námsferð til Íslands.

- Foreldrini kendu avleiðingarnar, men tóku sjálvi avgerð um at melda dreingirnar úr skúlanum og í Kommunuskúlan, sigur skúlastjórin, sum áður hevur noktað at gera viðmerkingar til málið.

Venjingarskúlin metti seg tí ikki at hava hvørki skyldur ella ábyrgd mótvegis dreingjunum, sigur skúlastjórin í svari til kæruna, sum útvarpið hevur fingið innlit í.

Mentamálaráðið viðger kæruna

Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, sigur, at svarið frá skúlastjóranum er sent foreldraumboðunum, men enn hevur Mentamálaráðið ikki tikið nakra avgerð í málinum. Mentamálaráðið fer fyrsta dagin at viðgera kæruna, sigur hann.

Støða skal eisini takast til, um Mentamálaráðið sjálvt skal viðgera kæruna. Foreldrini kærdu Mentamálráðið, tí ráðið, sambært foreldrunum, vísti fullkomið atgerðarloysi, og á ongan hátt royndi at loysa málið, tá tey vendu sær hagar við málinum.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.