- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samd rættarnevnd mælir til barnaváttan

Nógv bendir á, at vit fáa eina skipan við barnaváttanum í Føroyum. Rættarnevndin hjá løgtinginum tekur undir við uppskotinum um at seta í verk eina skipan við barnaváttanum í Føroyum.

Ein slík skipan skal avmarka møguleikan hjá fólki, sum fremja kynsligan ágang, at fáa størv, har tey hava við børn at gera. Rættarnevndin hevur havt fund við fleiri stovnar, feløg og myndugleikar, millum annað Pedagogfelagið, Barnaverndarstovuna, Dátueftirlitið og onnur.

Følsk trygd

Onkur hoyringarpartur vísti á, at ein slík skipan kann vera ein følsk trygd, og fer ikki at hava við sær, at allur kynsligur ágangur heldur uppat. Men kortini heldur rættarnevndin, at tað er skilagott at seta í verk eitthvørt átak, sum kann hjálpa til at fyribyrgja kynsligan ágang.

Ein samd rættarnevnd - tað vil siga bæði samgonga og andstøða - tekur undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um at seta í verk eina skipan við barnaváttanum.