- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hámarksgjald á Sjúklingahotellinum

Javnan kemur fyri, at gestir, ið hava samband við
sjúklingar, gista í longri tíðarskeið á Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn.
Reglan hevur verið tann, at um lækni hevur ávíst fylgjara, rindar fylgjarin 150
krónur um dagin fyri uppihald og kost, tó í mesta lagi 1.500 krónur um mánaðin.
Einki hámark hevur verið fyri aðrar gestir.

Hámarksgjald

Nú Sjúklingahotellið Tórshavn er flutt í
nýggj hølir á Venøgade, hevur leiðslan í samstarvi við landsstýrismannin í heilsumálum, Karsten Hansen, gjørt av at broyta prísskipanina. Hámark verður sett, hvussu nógv gestir, sum hava samband við sjúklingar - annaðhvørt á
hotellinum, ella eru innlagdir á sjúkrahúsi - skulu
gjalda.

Kostnaðurin
fyri innivist á Sjúklingahotellinum
Tórshavn fyri náttina við kosti er hesin:

Ávístur fylgjari 150
kr. pr. persón, max. 1.500 kr. um mánaðin
Gisting 600
kr. pr. persón, max. 6.000 kr. um mánaðin
Børn 12-17 ár 300
kr. pr. persón, max. 3.000 kr. um mánaðinBørn 0
til 11 ár Ókeypis