- Tíðindi, mentan og ítróttur
Velja kommunustýri og skúlastýri samstundis

Val til skúlastýrini kring landið verður 13. november - sama dag, sum kommunuvalið verður.

Hetta er fjórða ferðin, at skúlastýrini skulu mannast. Allir fólkaskúlar, sama hvussu stórir ella smáir teir eru, hava skúlastýri.

Endamálið við skúlastýrinum er at styrkja foreldraávirkanina og samstarvið millum skúla og heim, og fáa foreldur við í arbeiðið at mynda virksemið í tí skúla, har børn teirra ganga.

Umframt hetta er uppgávan hjá skúlastýrinum at hava eftirlit við virksemi skúlans og ummæla og góðkenna árligu fíggjarætlanina. Í teimum stóru skúlastýrunum eru trý foreldraumboð umframt ein tiltakslimur, og í teimum smærru eru tvey foreldraumboð umframt ein tiltakslimur.