- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danska stjórnin helst umskipað í morgin

Tey sótu á fundi í 11 tímar í gjár, og í dag hava donsku stjórnarflokkarnir aftur fund á Marienborg.

Sosialistiski Fólkaflokkurin fekk nýggja forkvinnu leygardagin. Annette Vilhelmsen, sum fekk tveir triðingar av atkvøðunum og vann dyggiliga á Astrid Krag, boðaði undir valstríðnum upp undir formansvalið frá, at hon góðtók samgonguskjalið, men hon ætlaði at "bjóða tí av," sum hon tók til.

Holger K. vorðin høgra hond

Í gjár fór Annette Vilhelmsen á fund við Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra, og stutt eftir boðsend i nýggja forkvinnan í SF Holger K. Nielsen á fund. Hann er eftir øllum at døma høgra hond hjá Annette Vilhelmsen, og nógv bendir á, at hann fær eisini fær ein ráðjarrasess.

Danskir miðlar skriva seinnapartin, at stjórnin væntandi verður umskipað í morgin. Ið hvussu er verða tvær broytingar í stjórnini, báðar í SF.

Annette Vilhelmsen verður væntandi vinnu- og vakstrarmálaráðharri eftir Ole Sohn, sum fer úr stjórnini. Og væntandi verður Holger K. Nielsen skattamálaráðharri eftir Thor Møger Petersen, sum eisini fer úr stjórnini.

Tosa eisini um samgonguskjalið

Hans Engell, viðmerkjari, sigur við Politiken, at ætlanin var, at umboðini fyri stjórnarflokkarnir skuldu heilsa upp á hvør annan, skifta orð um fíggjarlógina og hvør skal manna ráðharraessirnar,

- Men tað tykist, sum samgonguskjalið eisini er til viðgerðar, og tað høvdu hvørki sosialademokratarnir ella tey radikalu hugsað sær, sigur Hans Engell.

Keldur, sum hava samband við samráðingarnar á Marienborg, vísa tó aftur í Politiken, at samráðingarnar draga út, tí ósemja er millum nýggju forkvinnuna í SF og hinar báðar stjórnarflokkarnar.

Annette Vilhelmsen hevur ongar viðmerkingar.