- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tørvur á útlendskari arbeiðsmegi

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við ætlanini hjá landsstýrinum at broyta reglurnar fyri útlendska arbeiðsmegi í Føroyum.

Arbeiðsgevarafelagið sigur, at tað er rætt, at arbeiðsloysið millum ófaklærd er lutfalsliga stórt. Men arbeiðsloysið millum faklærd, t.d. ávísar handverkarar, er sera lítið.

Útlandið dregur

- Veruleikin er, at beint eystanfyri liggur ein sera dragandi arbeiðsmarknaður, sum innan ávís øki tekur nógv av okkara faklærdu fólkum. Og henda veruleika eiga arbeiðsgevarafeløg, fakfeløg og samfelag at taka í álvara. Skal føroysk vinna mennast og vaksa, er alneyðugt, at hon fær ta arbeiðsmegi, sum tørvur er á, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Felagið vísir á, at tað tók langa tíð at fáa broytt reglurnar fyri at ES-arbeiðsmegi til Føroya, og tað rakti kappingarførið hjá føroysku vinnuni. Hesa støðu vil Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki, at arbeiðsgevarar aftur skulu koma í. Tí er neyðugt, at reglurnar hjá útlendskari arbeiðsmegi at sleppa til Føroya verður gjørd liðiligari fyri fólk við ávísum førleikum.