- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kravið um danskt á A-stigi er slept

Føroyingar, sum fara til Danmarkar at lesa, nýtast ikki longur at hava danskt á A-stigi.

Nýggj avtala er gjørd millum Mentamálaráðið og danska Vísindamálaráðið um upptøkukrøvini hjá føroyingum, og hon gevur føroyska málinum somu rættindi, sum grannamálini hava í sambandi við víðari lestur í Danmark.

Higartil hava miðnámsútbúgving og danskt mál á A-stigi verið treyt fyri at fara undir hægri lestur í Danmark. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fegnast um, at nýggja avtalan javnsetur føroyskt mál við grannamálini.

- Nýggja avtalan er gjørd við støði í teirri sannroynd, at vit læra danskt í fólkaskúlanum og í okkara útbúgvingarskipan annars, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum.