- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjórar stilla ikki uppaftur

Nes kommuna og Hvalbiar kommuna fáa nýggjan borgarstjóra eftir kommunuvalið í november.

Símin Johannesen, sum seinastu átta árini hevur verið borgarstjóri í Nes kommunu, hevur gjørt av ikki at stilla upp aftur á næsta kommunuvali, skrivar Nes kommuna á heimasíðuni. Símin Johannesen varð fyrstu ferð valdur í bygdarráðið í Nes kommunu í 2000, og hevur sostatt verið í kommunalpolitikki í 12 ár.

Í Nes kommunu eru bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes.

Otto West gevst eisini

Borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, Otto West, gevst eisini í kommunalpolitikki, skrivar Sosialurin. Hann varð fyrstu ferð valdur í bygdaráðið í Hvalba í 2000, og tók við sum borgarstjóri, nakað áðrenn seinasta valskeið endaði, tá Levi Niclasen fór frá sum borgarstjóri.

Aftur hetta valskeiðið hevur Otto West verið borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, sum fevnir um bygdirnar Hvalba og Sandvík.