- Tíðindi, mentan og ítróttur
Miðalútgjaldið úr ALS er lækkað 300 kr.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/fc20a8dbd1749bc5d4ed32d12652f0b1.png?itok=vocGl3t2)

Miðalútgjaldið úr ALS er lækkað 300 kr., síðani lógin varð broytt fyrr í ár. Miðalútgjaldið er nú 5.610 kr. fyri skeiðið, sum er 14 dagar.

Arbeiðsloysið í Føroyum er størri enn tølini hjá ALS siga, tí øll tey arbeiðsleysu eru ikki í ALS. Nógv fáa pengar frá Almannaverkinum, tí tey hava einki arbeiði. Í dag eru til dømis 1212 fólk í ALS. Men tey arbeiðsleysu eru meira enn 200 fleiri.

52% onga útbúgving

Sambært tølum, sum ALS hevur gjørt, og sum Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum hevur fingið, nú hon viðger uppskotið til samtyktar hjá Javnaðarflokkinum um tiltøk at venda skeivu gongdini í fólkatalinum, eru nøkunlunda líka nógv í ALS, sum hava útbúgving og onga útbúgving. 52% hava útbúgving.

Men arbeiðsleysar kvinnur við ongari útbúgving eru nógv fleiri enn menn. Tær eru 60% av teimum arbeiðsleysu í ALS, sum onga útbúgving hava aðra enn fólkaskúlan.Serliga nógv í aldursbólkunum 20-29 og 50-66 ár hava onga útbúgving.

44% miðnámsútbúgving

44% av teimum arbeiðsleysu, sum hava útbúgving, hava miðnámsútbúgving. Bara trý prosent, 20 fólk, hava hægri útbúgving, eru akademikarar. Fyri einum góðum mánaði síðani høvdu 123 kvinnur og 125 menn, yngri enn 26 ár, einki arbeiði. 70 teirra fingu almannahjálp.