- Tíðindi, mentan og ítróttur
EB/Streymur aftur á odda
Á Svangaskarði tók botnliðið, B68, ímóti oddaliðnum, ÍF. Tað vóru nógvir málmøguleikar, men hvørki av liðunum fekk bóltin í málið. Sostatt mistu bæði liðini eitt týðandi fet í ávíkavist botnstríðnum og oddastríðnum.

EB/Streymur vann 3-2 í trupla útidystinum ímóti Víkingi. Við góðum fótbóltspæli stýrdu teir dystinum. Levi Hanssen skoraði fyrst, og málrevurin, Arnbjørn Hansen, skeyt málini til 2-0 og 3-0. Víkingarnir gjørdu ein vørr upp undir endan. Fyrst gjørdi EB/Streymur sjálvmál, og síðani skoraði Hjartvard Hansen í yvirtíðini til 3-2.

NSÍ hevði tað mesta av spælinum á heimavølli ímóti TB, men tað vóru tvørámenn, ið fóru avstað við sigrinum. Venjarin Milan Kujic skifti seg sjálvan inn, og tá 72 minuttir vóru leiktir, legði hann sítt lið á odda. Mongu tvøráfólkini við Løkin kundu tískil fegnast, tí við 1-0 sigrinum tók TB eitt stórt fet móti einum ári afturat í Effo-deildin.

Tað var ein undirhaldandi dystur við Djúpumýru, tá KÍ tók ímóti B36. B36 vann, eftir at hálvleiksstøðan var 2-2. Rasmus Dan Sørensen og Súni Olsen løgdu B36 á odda, áðrenn Páll Klettskarð og Andy Olsen skoraðu fyri KÍ. 10 minuttir inn í seinna hálvleik varð tað 4-2 til B36. Fyrst skoraði Atli Danielsen við brotssparkið, og síðani økti Lukaz Cieslewicz. Stutt fyri leiklok minkaði Páll Klettskarð til endaliga úrslitið 3-4.

HB fekk trý kærkomin stig í stríðnum um Europa Cup-pláss við einum tryggum 4-0 sigri á einum tannleysum FC Suðuroy-liði á Eiðinum í Vági. HB skoraði tvær ferðir í hvørjum hálvleiki. Christian R.Mouritsen og Fróði Benjaminsen skoraðu í fyrra hálvleiki, og Gunnar Haraldsen og Alex José Dos Santos skoraðu í seinna hálvleiki.

Støðan eftir 25.umfar:
EB/Streymur 52
ÍF 50
KÍ 42
HB 41
Víkingur 41
B36 36
NSì 30
TB 24
B68 21
FC Suðuroy 9

Næsta umfar er á skránni tann 30. september. Tá eru dystirnir hesir:

B68-EB/Streymur
FC Suðuroy-ÍF
Víkingur-KÍ
HB-TB
B36-NSÍ