- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danir rudda amerikanskt ruskpláss í Grønlandi

Myndugleikarnir í Grønlandi hava gjørt avtalu við donsku myndugleikarnar um at rudda amerikanska ruskplássið í Dundas við Thule. Donsku myndugleikarnir rinda fyri at økið verður ruddað.

Grønlendski landsstýrismaðurin í innlendismálum, Anthon Frederiksen, sigur við grønlendska kringvarpið, at tað í øllum førum fer at kosta 40 milliónir kr. at rudda økið. Avtalan við donsku stjórnina varð gjørd við táverandi danska ráðharran í umhvørvismálum, Karen Ellemann.

Ruddingin boðin út

Síðani er arbeiðið boðið út, og eitt grønlendskt felag eigur lægsta boðið, sum er 40 milliónir kr. Ætlanin er at byrja ruddingina í ár, og arbeiðið skal verða liðugt í 2014. Tilfarið, sum verður tikið úr økinum, verður flutt til Danmarkar til víðari viðgerð.

Er talan um vandamikuil evnir í økinum, verða fleiri pengar játtaðir til arbeiðið, stendur í avtaluni. USA hevði herstøð í Thule til í 2001.