Makrelurin er á veg úr føroyskum sjógvi

Makrelurin er á veg úr føroyskum sjógvi
Skipini royna nú tætt við ES-markið. Umleið 50.000 tons eru eftir av makrelkvotuni
Líkt er til, at makrelurin er á veg úr føroyskum sjógvi. Skipini royna nú nærindis ES-markinum.

19.09.2012 - 12:37

Makrelurin er av álvara farin at nærkast fiskimarkinum á veg úr føroyskum sjógvi. Føroysku skipini, sum royna í ein landnyrðing úr Fugloynni, eru tætt við ES-markið. Av tí at eingin avtala er um makrelin, sleppa føroysku skipini ikki at fiska makrel hjá ES ella Norra.

Okkurt um hálvt hundrað túsund tons eru eftir av føroysku makrelkvotuni. Men tey seks nótaskipini eru um at vera liðug við sína kvotu, sum er 55.000 tons í ár. Skipini kunnu goyma tíggju prosent til næsta ár. Verða tey tonsini tald við, klára nótaskipini kvotuna, tey fingu í 2012.

Fara á sildaveiðu

Tá makrelurin er liðugur, fara nótaskipini at fiska sildina, sum tey hava eftir, sigur Jógvan Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskip. Nótaskipini eiga 27.000 tons av norðhavssild í ár. Nakað er longu fiskað saman við makrelinum, so millum 15.000 og 20.000 tons eru eftir.

Fleiri skip liggja

Í løtuni liggja fýra ísfiskatrolarar, sum Fiskiveiðueftirlitið hevur lagt, tí teir høvdu ov nógva sild sum hjáveiðu. Tveir trolarar eru lagdir í fýra vikur og hinir í tvær vikur. Bæði reiðaríini hava tó kært avgerðirnar hjá Fiskiveiðueftirlitinum  til Føroya rætt. Føroya rættur hevur ikki viðgjørt málini enn.

Frá 22. til 24.oktober hittast embætisfólk í strandarlondunum í London at gera eina roynd at semjast um, hvussu makrelurin skal býtast millum londini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772