- Tíðindi, mentan og ítróttur
Selja mjólkakvotur til hægstbjóðandi

Búnaðargrunnurin fer skjótast gjørligt at lýsa til sølu tær tríggjar mjólkakvoturnar, festibrævið og fjósið, sum grunnurin keypti á tvingsilsuppboði mikudagin.

Selt verður hægstbjóðandi, sigur Sjúrður Knudsen, stjóri á Búnaðargrunninum.

Kvoturnar eru tilsamans 755.807 litrar. Tær vórðu seldar á tvingsilsuppboði, og av tí at eingin annar bjóðaði, fekk Búnaðargrunnurin hvørja kvotu fyri 1000 kr. Búnaðargrunnurin hevur veð í kvotunum, festibrævinum og fjósinum, sum vórðu seld í Fútarættinum og keypti tí fyri at tryggja sær nakað av tí, grunnurin eigur til góðar.

1.000 krónur hvørt

Búnaðargrunnurin keypti eisini festibrævið og fjósið fyri 1000 kr. hvørt.Talan er um tveir garðar á Giljanesi, Norðri í Stovu og Eyðanstova, sum løgdu saman, og triðja mjólkakvotan er á Norðoyri. Hana átti smápartafelagið Frammistova.

Mjólkakvoturnar, sum nú verða seldar, eru tíggju prosent av mjólkarkvotunum, sum eru í Føroyum.