- Tíðindi, mentan og ítróttur
Búnaðargrunnurin keypt mjólkakvotur

Skjótt verða tríggjar mjólkakvotur til sølu. Búnaðargrunnurin keypti í gjár tríggjar mjólkakvotur frá trotabúgvum. Kvoturnar eru tilsamans 755.807 litrar. Tær vórðu seldar á tvingsilsuppboði, og av tí at eingin annar bjóðaði, fekk Búnaðargrunnurin hvørja kvotu fyri 1000 kr.

Búnaðargrunnurin hevur veð í gørðunum, sum eru farnir á húsagang, og keypti tí mjólkakvoturnar fyri at tryggja sær nakað av tí, grunnurin eigur til góðar. Búnaðargrunnurin keypti eisini eitt festibræv og eitt fjós fyri 1000 kr. hvørt í Fútarættinum í gjár. Talan er um Eyðanstovugarðin á Giljanesi.