- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kinesarar fiska makrel fyri grønlendingar

Eftir at hava roynt í øðrum londum uttan úrslit hevur nú eydnast grønlendingum at fáa skip at fiska makrel fyri seg. Kinesarar fiska nú makrel í grønlendskum sjógvi.

Tveir stórir trolarar, sum Thor leigaði at vera móttøkuskip hjá føroyskum makrelskipum, hava fingið 10.000 tons hvør av makreli við Eysturgrønland.

Talan er um royndarfiskiskap. Kay Yu hevur longu verið í grønlendskum sjógvi í eina góða viku, og Kai Li er á veg hagar. Thor søkti annars fyrr í vikuni føroyska Fiskimálaráðið um móttøkuloyvi til Kai Li. Thor hevur fingið tilsøgn um móttøkuloyvi til Kai Yu.

Sambært íslendska blaðnum Fiskifréttir hevur Royal Greenland gjørt sáttmála við kinesisku reiðaríini um fiskiskapin.

Grønlendingar royndu fyrst at fáa føroyingar, íslendingar og danir at fiska grønlendska makrelin. Men skip í teimum londunum fingu ikki loyvi frá sínum myndugleikum.

Til dømis gav íslendska fiskimálaráðið tveimum íslendskum trolarum greið boð um at gevast at fiska makrel fyri Grønland.