Meiri arbeiði gevur meiri kommunuskatt í Suðuroy

bannari
Meiri arbeiði gevur meiri kommunuskatt í Suðuroy
Kommunurnar í oynni hava fingið 4,7 prosent meiri í skatti í ár
Eyðdis Ellendersen er borgarstjóri í Fámjin, sum eisini hevur fingið meiri í kommunukassan í ár.
 
06.08.2012 - 13:49
Meiri arbeiði og størri inntøka. Og einki arbeiðsloysi. Tað er tann stutta og einfalda frágreiðingin, nú kommunurnar í Suðuroynni fáa meira kommunuskatt.
 
Til 1. august fingu allar sjey kommunurnar í Suðuroynni meiri kommunuskatt enn í fjør -  tilsamans komu 3,2 milliónir krónur meiri í kommunukassarnar í ár.
 
Størsti vøksturin er í Fámjin, góð 15 prosent. Í Fámjin er einki stórt arbeiðspláss, men fólk arbeiða aðra staðni í oynni. Millum annað á nýggja uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri.
 
Skattaprosentið er tað sama, 19, og fíggjarætlanin fyri 2012 hevur somu skattinntøku sum í fjør, sigur borgarstjórin, Eyðdis Ellendersen. Men higartil eru komnar góðar 194.000 krónur, 15,3 prosent, meiri í kommunukassan. 
 
Eisini meiri í Hovi
 
Hovs kommuna hevur eisini fingið meiri í kassan í ár, yvir 235.000 krónur. Peningurin skal m. nýtast til eina nýggja spillivatnsætlan, sigur Delmar Tausen, borgarstjóri. Skattaprosentið í Hovi er 20,5 prosent. 
 
Kommunurnar í Suðuroynni hava fingið 4,7 prosent meiri í kommunuskatti í ár.
 
Allar 30 kommunurnar í Føroyum hava fingið slakar 25 milliónir meiri í skatti í ár, tað eru 3,10 prosent meira enn í fjør.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130