- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fámará endað í løgmálaráðnum

Festið í Fámará er endað í danska løgmálaráðnum.

Thorkild Høyer, sakførari hjá Johan Dalsgaard í Fámara, hevur kært uppboðssølurnar, sum Jens Andrias Vinther, advokatur í Havn, hevði fyri Búnaðarstovuna. Thorkild Høyer sigur í kæruni til Løgmálaráðið, at uppboðini eru ikki framd eftir kunngerðini frá 1936 um uppboðssølur í Føroyum.

Thorkild Høyer sigur eisini, at uppboðstreytirnar vórðu ikki kunngjørdar, áðrenn uppboðið byrjaði. Millum annað var ikki greitt, at bara tilboð í reiðum pengum kundu góðkennast. Harafturat fekk tann, sum hevði hægsta boð, møguleika at hækka sítt boð, tí hann fekk at vita, hvat hægsta boð var. Tað fekk Johan Dalsgaard ikki.

Árni Brattaberg hægsta boð

Árni Brattaberg í Vági hevur hægsta boð, og Búnaðarstovan mælir til at selja honum festið.

Heldur ikki var greitt, sigur Thorkild Høyer í kæruni til Løgmálaráðið, um bara pengarnir, og ikki førleikarnir hjá teimum, sum bjóðaðu, vóru avgerandi.

Fiskimálaráðið hevur eisini eina kæru frá Johan Dalsgaard um festið í Fámará. Kæran er til hoyringar hjá pørtunum í løtuni. Hoyringarfreistin er úti í morgin, 7.august.