- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu bjóða seg fram at byggja vindmyllur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/c2e8ccf68f7f9d10efb9747a21a061b6.png?itok=2y36yZvo)

Jarðfeingi hevur fingið umsókn frá SEV um loyvi at seta 13 myllur upp í Húshaga í Suðurstreymi.

Onnur kunnu søkja um sama loyvi, sum er 11,7 MegaWatt, á sama staði ella øðrum hóskandi staði. Freistin er til hálvan oktober.

Ein lógarbroyting, sum kom í summar, ger, at umsóknin verður kunngjørd, so onnur fáa høvi at søkja um sama loyvi.

Lógin sigur, at loyvi bara kann verða givið aftaná, at alment hevur verið lýst, at umsókn um loyvi er komin, og at onnur áhugað kunnu søkja um sama loyvi við eini freist upp á í minsta lagi 60 dagar frá tí, at lýst varð.

Í hesum førinum varð lýst tann 26.juli, so freistin er 82 dagar.

SEV ætlar at seta upp 13 vindmyllur í Húshaga.

Hvør mylla er 900 KiloWatt. Myllurnar eru týskar, av slagnum Enercon.

Við eisini at seta upp eina stabiliserandi battarískipan, metir SEV, at vindmyllulundin í Húshaga kann gera 46 GigaWatt tímar av streymi um árið. Tað fer at spara olju fyri 40 mió. kr. um árið við tí oljuprísi, sum er nú.

Vindmyllulundin er mett at kosta 140 milliónir krónur.