- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fámará fyri Løgtingsins Umboðsmann

Johan Dalsgaard í Fámara kærdi í gjár Búnaðargrunnin til Løgtingsins umboðsmann, tí hann fær ikki innlit í skjøl, sum hann hevur biðið um at fáa innlit í og nú fer tíðin at renna undan.

Johan Dalsgaard sigur, at hann skal brúka skjølini nú fyri tann 7.august, tí tá endar freistin at koma við viðmerkingum til Fiskimálaráðið, sum viðger eina kæru frá Johan Dalsgaard um festið í Fámara, sum skal seljast.

Onki svar

Johan Dalsgaard sigur í kæruni til Løgtingsins umboðsmann, at Búnaðargrunnurin hevur ikki givið honum endaligt svar, hóast hann fyri 15 døgum síðan bað um innlit í skjøl um festið í Fámara. Johan Dalsgaard sigur, at hann fýra ferðir hevur biðið um innlit.

Sambært lógini um innlit í almennu fyrisitingina skulu umsóknir um innlit svarast í seinasta lagi tíggju dagar eftir at umsóknin er komin.

Lógin sigur, at er ein áheitan um skjalainnlit ikki gingin á møti ella noktað innan tíggju dagar eftir, at myndugleikin fekk hana, skal myndugleikin boða umsøkjaranum frá, hví tað dregur út at geva eitt svar og kunna um, nær ein avgerð væntandi verður tikin.

18. juli

Johan Dalsgaard sigur, at einasta svar, hann hevur fingið, fekk hann 18.juli. Tá svaraði stjórin á Búnaðargrunninum, Sjúrður Knudsen, at arbeitt verður við einum svari. Vit svara so skjótt, vit kunnu, svaraði stjórin í Búnaðargrunninum tann 18.juli.

Johan Dalsgaard hevur biðið um innlit í øll skjøl, sum viðvíkja Fámarafestinum.

Hann hevur eisini sett Búnaðargrunninum nakrar ítøkiligar spurningar um festið, serliga um fíggjarligu viðurskiftini, so sum hvussu nógv festið í Famará skyldar Búnaðargrunninum.