- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danmark og Liberia í diplomatiskari orrustu

Orsøkin til sakarmálið er dokumentarfilmurin "Ambassadøren", ið Mads Brügger gjørdi um mutur í Liberia. Mads Brügger, sum í løtuni starvst sum stjóri fyri útvarpsrásini "Radio24syv" fór til Liberia og keypti sær heitið sum liberiskur diplomatur. Hetta gav honum víðar ræsur og frítt at fara í landinum, so hann kundi fáa fatur á og útflyta gimsteinar.

Krevja journalistin útflýggjaðan

Nú vil Liberia hava Mads Brügger útflýggjaðan, so hann kann koma fyri rættin í landinum.

- Nei, eg havi ongar ætlanir um at halda summarfrí í Liberia, skemtaði Mads Brügger, tá tað gjørdist greitt, at Liberia hevur saksøkt hann.

- Beint nú bíði eg bara við spenningi eftir, hvat fer at henda. Liberia hevur ein konsul úti í Ørestaden í Keypmannahavn. Tað kann vera, at hann bjóðar mær til eitt glas av portvíni, legði Mads Brügger speirekandi afturat.