- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætla at fiska makrel í Irmingarhavinum

Umsóknin er til viðgerðar, og svarið verður sent skjótt, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum.

Fiskimálaráðið fekk í síðstu viku eina umsókn frá reiðarínum hjá nótaskipinum Fagrabergi um at gera ein royndartúr í Irmingarhavið eftir makreli.

Skipini, sum royna eftir kongafiski í altjóða sjógvi í Irmingahavinum, síggja nógvan makrel har.

Tað kókar av makreli í Irmingarhavinum, segði skiparin á Vesturvón, Eyðun á Bergi, við Útvarpið í gjárkvøldið. Irmingarhavið er vestan fyri Ísland og sunnan fyri Hvarvið.

Anfinnur Olsen, reiðari á Fagrabergi, sigur, at Fagraberg roynir eftir makreli í føroyskum sjógvi í løtuni. Men skipið er eisini útgjørt til eina roynd í Irmingarhavinum.

Ætlanin er, at Fagraberg skal partrola við Vesturvón í Irmingarhavinum. Reiðaríið bíðar bara eftir at fáa loyvi frá Fiskimálaráðnum.

Rógvi Reinert, aðalstjóri, vil ikki siga í dag, um Fagraberg fær loyvi. Men svar verður sent fyrsta dagin, sigur hann.