- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lafayette kemur um ólavsøkumundið

Lafayette verður klár at taka ímóti makreli í føroyskum sjógvi um ólavsøkumundið.

Ludvík við Stein, umboðsmaður hjá stóra móttøkuskipinum, sigur við útvarpið, at teir vænta, at Lafayette verður á Skálafjørðinum 30. juli, kanska fyrr enn tað.

Skipið er statt í Kyrrahavinum, og fer væntandi gjøgnum Panama-veitina um tríggjar dagar.

Í nakrar dagar - síðani tað var greitt, at skipið fór at fáa loyvi at taka ímóti føroyskum makreli - hevur móttøkuskipið havt kós móti Føroyum.

Sostatt verður tað nakað seinni upp á árið, at Lafayette fer at taka ímóti makreli enn í fjør.

300 útlendingar

Í fjør vórðu treytir settar til skipið um, at eitt ávíst tal av føroyingum skuldi vera umborð, og hetta gav arbeiði til nógvar - serliga ungar dreingir - síðsta summar.

Soleiðis verður ikki í ár. Einastu føroyingar umborð verða eygleiðararnir, sum Fiskiveiðieftirlitið krevur skulu vera við. Manningin á Lafayette telur 300 mans, 250 asiatar og 50 russar.

Í staðin fyri kravið um føroyska manning umborð, er krav komið um eitt avreiðingargjald upp á tvær krónur fyri kilo av makreli, ið verður landað til fremmand skip á feltunum.

Ludvík við Stein hevur kortini vónir um, at áhugi verður at lata Lafayette makrel. Tað ber til, tí útlendska arbeiðsmegin umborð er lutfalsliga bílig.

Men sum Ludvík við Stein sigur:

- Vit vildu nógv heldur vilja havt 100 ella 200 føroyingar umborð enn hasar tvær krónurnar.