Slættaberg kann enda á norskum svartalista

Slættaberg kann enda á norskum svartalista
Noreg hevur ein svartalista við skipum, sum fiska av kvotum, sum Noreg ikki góðtekur. Føroyska makrelkvotan er ein teirra.
Kanstadfjord er seldur til Føroya og eitur nú Slættaberg.

05.07.2012 - 09:41

Endar norska nótaskipið, Kanstadfjord, sum er selt til Føroya, á norskum svartalista, ber ikki til at keypa skipið aftur til Norra, skrivar Fiskeribladet/Fiskaren.

P/f Næraberg í Klaksvík hevur keypt Kanstadfjord, sum er komin til Klaksvíkar, og nú eitur Slættaberg.

Noreg hevur ein svartalista við skipum, sum millum annað fiska av kvotum, sum Noreg ikki góðtekur. Føroyska makrelkvotan er ein teirra.

Kunnu ikki keypast aftur

Truls Konow, deildarstjóri í norska Fiskivinnuráðnum, sigur við Fiskeribladet Fiskaren, at norsk fiskiskip, sum eru seld til Føroya ella Íslands, kunnu ikki keypast til Norra aftur, enda tey á svartalistanum.

Truls Konow sigur tó, at hansara deild hevur ongantíð mælt til at brúka svartalistar sum vápn í makrelstríðnum.

Og starvsbróðir hansara í einari aðrari deild í Fiskivinnuráðnum, Stein-Åge Johnsen í Tilfeingisdeildini, sigur eisini, at grundarlag er ikki fyri at seta skip, sum fiska makrel í Føroyum ella Íslandi, á nakran svartalista.

Hetta er business

Reiðarin í Ytterstad Fiskeriselskap, Magnus Ytterstad, sum seldi Kanstadfjord til Føroya, sigur við Fiskeribladet/Fiskaren, at hann ivaðist ongantíð í at selja skipið til eitt land, sum er í makrelkríggi við Norra og ES.

- Yvirhøvur ikki. Hetta er business og einki annað. Føroyingar vildu keypa skipið, og vit fingu ein prís fyri tað, sum vit eru nøgdir við, sigur Magnus Ytterstad við norska fiskivinnublaðið.

Sambært Fiskimálaráðnum her hjá okkum varð Slættaberg skrásettur í Føroyum í gjár. Skipið hevur enn ikki fingið nakað fiskiloyvi. Slættaberg, sum er bygdur í 1995, skal fiska makrel og taka í móti makreli í summar.

Í 2006 seldi Ytterstad Fiskeriselskap verksmiðjutrolaran M Ytterstad, sum fiskar uppsjóvarfisk, til Islands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772