- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færøernes Kommando og MRCC undir somu lon

Færøernes Kommando, sum seinastu árini hevur hildið til í Mjørkadali, flytur nú oman aftur í Havnina.

Færøernes Kommando flytur í bygningin, har MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovnurin halda til á Tinghúsvegnum.

Skrivað varð undir leigusáttmála í dag, og flutt verður um miðjan august, tá nakrar umvælingar eru gjørdar.

Broytir navn

Færøernes Kommando og Grønlands Kommando skulu leggjast saman í "Værnsfælles Arktisk Kommando," sum verður staðsett í Nuuk í Grønlandi.

Samstundis broytir Færøernes Kommando navn til "Forbindelseselement Færøerne under Værnsfelles Arktisk Kommando," og tað er hesin stovnurin, sum nú flytur sítt virksemi í bygningin við Tinghúsvegin.

4-6 starvsfólk verða á stovninum, og virksemið, sum danska verjan higartil hevur røkt í Føroyum við verjuskipi og tyrlu, heldur fram óbroytt.

Henrik Weihe Joensen, virkandi stjóri á MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovninum, sigur, at søguliga hevur Tilbúgvingarstovnurin havt tætt samband við Færøernes Kommando, tá ið ræður um bjarging. Hetta samtarvið heldur fram og verður styrkt, nú stovnarnir fara at húsast undir somu lon, sigur hann.