- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitalij angrar ikki hevndardráp á flogleiðara

Tíggju ár er farin síðan syndarligu flogvanlukkuna í loftrúminum yvir Uberingen í Týsklandi. Eitt russiskt Tupulev TU-154-flogfar stoytti saman við eitt Boing 757 farmaflogfar. Í russiska flogfarinum sótu millum onnur kona Vitalij Kalojev og bæði børn teirra. 71 fólk doyðu í vanlukkuni.

Danskur flogleiðari fekk skyldina

Kanningar vístu skjótt, at stórir manglar vóru í sveisisku eftirlitsskipanini, sum stýrdi flogferðsluni. Bara ein flogleiðari var á vakt, ein dani. Hann skuldi leiða tvær støðir, og stríddist samstundis við tøkniligar trupulleikar.

Bara 1 minutt áðrenn samanstoytin varnaðist flogleiðarin, at vandi var á ferð. Hann gav russiska Tupolov-flogfarinum boð um at broyta kós, so tað kom at flúgva lægri. Men Boing-flogfarið lækkaði eisini sína hædd, og tey brustu saman. Danski flogleiðarin, Peter Nielsen, gjørdist svartiper í hesi sorgarsøgu.

Angrar onki

Russiski Vitalij Kalojev tók hendingina so nær, at hann setti sær fyri at hevna. Og 24. februar í 2004 varð Peter Nielsen stungin til deyðist uttan fyri heim sítt í Sveis.Vitalij Kalojev varð dømdur 8 ára fongsulsrevsing í Sveis, men varð latin leysur 5 ár seinni.

- Eg angri onki, men hinvegin fekk eg tað onki betur at gera av við Peter Nielsen, sigur Vitalij Kalojev.