- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiða við ætlan um biogassverk

Arbeitt verður við at gera eitt biogassverk í Føroyum.

Tað kann sleppa bøndrunum undan at gera stórar íløgur í nýggjar køstar, slógv frá fiskivinnuni kann koma til sættis, og tað kann geva bæði el og hita.

Ein frágreiðing sum Jarðfeingi gjørdi í 2010, vísir, at tað fer at kosta einar 50 milliónir kr. at gera verkið, og inntøkurnar kunnu vera einar seks milliónir kr. um árið.

Tað er Jarðfeingi, sum saman við Búnaðarstovuni og Meginfelag Búnaðarmanna, arbeiðir við ætlanini. Nú nýggj kunngerð um taðing er komin í gildi, verður neyðugt hjá bøndrunum at gera køstar til at goyma mykjuna í.

20 garðar

Anna Rubeksen, forkvinna í Bóndafelag Føroya, sigur, at tað eru minst 20 garðar, sum hava tørv á at gera íløgur í nýggjar køstar at goyma mykjuna í. Verður biogassverkið veruleiki, sleppa bøndurnir undan at gera íløguna, tí tað kann taka ímóti mykjutøðunum.

Og haraftrat skal biogassverkið taka ímóti slógvi og øðrum úrdráttum frá fiski- og alivinnuni.

Í 2010 gjørdi Joan Berg Johansen eina kanning, saman við Tekniska skúla í Tórshavn og Jarðfeingi, um eitt biogassverk. Niðurstøðan var, at grundarlag er fyri einum hampuliga stórum biogassverki í Føroyum.

Verkið skal helst vera á Sundi, í sambandi við Sundsverkið hjá SEV og fjarhitaskipanina hjá Fjarhitafelagnum. Pláss er fyri einum verki, sum hvørt ár kann taka móti 50.000 tonsum av rávøru, framleiða el og hita svarandi til eini 1.500 tons av olju, og sum kann lata frá sær umleið 50.000 tons av flótandi tøðum.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.