- Tíðindi, mentan og ítróttur
Faroe Pelagic byggir frystigoymslu

Faroe Pelagic í Kollafirði fer at byggja eina nýggja frystigoymslu fyri 30-40 milliónir krónur.

Hanus Hansen, stjóri, sigur við Dimmalætting, at samstarvið flutningsfelagið Samskip, sum hevur fryst alla vøruna, hevur riggað væl, men tað er ikki nøktandi. Tí verður farið at byggja frystigoymslu.

Frystihúsið verður bygt saman við bygningunum hjá Faroe Pelagic og Samskip á havnalagnum í Kollafirði.

Hóast Faroe Pelagic byggir, verður tað framvegis Samskip, sum fer at reka nýggja frystihúsið.

- Samstarvið okkara millum hevur verið gott, og tí hava vit avgjørt at brúka hesa loysnina, sigur Hanus Hansen við Dimmalætting.

Higartil hevur Faroe Pelagic verið einasta virki á landi, sum hevur tikið ímóti uppsjóvarfiski til matna. Nú fær virkið í Kollafirði kapping, tí Varðin Pelagic á Tvøroyri er eisini farið at taka ímóti uppsjóvarfiski.