- Tíðindi, mentan og ítróttur
JFK hevur keypt norskan nótabát

JFK-samtakið í Klaksvík hevur keypt norska nótabátin "Kanstadfjord", og gevur honum navnið "Slættaberg". Hetta veit Vágaportalurin at siga. Skipið fór úr Noregi ígjár, og verður á Klaksvík fyrst í komandi viku.

Hanus Hansen, reiðari, sigur við Vágaportalin, at skipið skal bæði fiska og eisini taka móti makreli í summar frá trolbátunum. Og øll veiðan verður løgd upp í Kollafirði.

Tað er norska Ytterstad sum átti nótabátin. Hanus Hansen vil ikki upplýsa prísin hann hevur givið fyri skipið. Keldur kringvarpið hevur tosa við í Noregi siga at norska reiðaríð allarhelst er sera fegið um at sleppa av við "Kanstadfjord". Nótabáturin passar eftir øllum at døma betri til føroyska uppsjóvarvinnu, tí føroyingar partrola meir. Keldan sigur at "Kanstadfjord" hevur ov stóra maskinu til norsku nótaveiðuna.

Kanstadfjord, sum fær navnabroyting til "Slættaberg", er bygdur í 1995. Nótabáturin er góðar 57 metrar langur, 12 metrar breiður og lastar 1500 tons. Hann bleiv umbygdur í Póllandi í 2011.