- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kann byggja risastórar alitangar

Í samband við at
alivinnan í fleiri londum fær ákoyringar fyri ikki at vera umhvørvisvinarlig,
so verður arbeitt við at finna loysnir sum gera tað møguligt at ala uttan at
nærumhvørvi verður rakt so meint.

Spurningurin um dálking
frá alibrúkunum hevur ikki verið nógv frammi í Føroyum, men í grannalandinum
Noregi er hetta ein afturvendandi spurningur. Í samband við at Marine Harvest
nú arbeiðir við eini granskingarætlan sum kann koma at merkja at komandi
ættarlið av laksi skulu haldast avbyrgd frá opnum sjógvi longri, so verður hugt
eftir møguligum tangaloysnum, ella alibrúkum sum er innilokaði.

Og skulu vit trúgva
norska framleiðaranum av slíkum loysnum, Brimer, so er stødd ikki nakað sum er
ein trupulleiki. Teir siga seg kunna framleiða alitangar í risastøddum. Fyri at
vísa hvussu stórt, so hava teir avmynda ein slíkan tanga við einum meðalstórum
makreltrolara í tanganum.

Fyritøkan sigur at tey
kunnu byggja hesar tangarnar bæði á landi og sum flótandi tangar í sjógvi.
Størsta avbjóðingin í samband við støddina er atgongdin til vatn ella sjógv, og
hvussu lætt tað kann pummpast inn í tangan.