- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tilfeingisgjald í Íslandi kostar størv

Nýggja íslendska tilfeingisgjaldið og harafturat minni kvotur hevur nú kostað 41 fólkum arbeiðið.

Tað veit Viðskiftablaðið, sum er íslendskt vinnulívsblað, at siga.

Eitt felag í Vestmannaoyggjunum hevur avgjørt at siga 41 fólkum úr starvi og selja trolaran Gandi, sum í løtuni fiskar makrel.

Felagið Vinnslustøðin er størsta fiskivinnufyritøka í Vestmannaoyggjunum. Fólkini, sum nú eru uppsøgd, eru 13 prosent av teimum, sum eru á lønarlistanum hjá fyritøkuni.