- Tíðindi, mentan og ítróttur
Móttøkuskipini bíða enn

Fiskimálaráðið viðger framvegis umsóknirnar frá teimum 11 móttøkuskipunum, sum ætla sær lut í føroysku makrelveiðuni í ár. Einki móttøkuskip hevur fingið loyvi enn.

Fiskimálaráðið viðger eisini tær nógvu umsóknirnar um at sleppa at gera vinnuligar makrelroyndir.

5.000 tons eru sett av til vinnuligar makrelroyndir, har sum dentur skal leggast á menning og nýskapan. Fiskimálaráðið sendir umsóknirnar, sum koma upp á tal, til ummælis hjá Havstovuni ella øðrum serkønum.

Harafturat eru 4.000 tons, sum skulu brúkast til vísindaligar royndir eftir tilmæli frá Havstovuni. Ikki er klárt enn at fara undir hesar royndirnar.

Og landsstýrið hevur 3.000 tons at brúka í samráðingum um fiskirættindini við onnur lond.

Hini 128.150 tonsini eru býtt millum skipabólkarnar, annaðhvørt sum eginkvotur ella sum felagskvotur við hámarki.